Dýrari at liva í Føroyum

Dýrari at liva í Føroyum
Tað gjørdist dýrari at liva í Føroyum í fjør. Prísirnir hækkaðu í miðal 1,6 prosent
Bilar kosta meira nú
 
17.04.2019 - 12:52

Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í flestu høvuðsbólkunum, upplýsir Hagstovan. Mesti prísvøksturin hevur verið í bólkinum, sum kallast hotell og matveitarar. 

Eisini er vorðið dýrari at hava hús, tí oljan er vorðin dýrari, sløk sjey prosent. Ravmagn er eisini vorðið dýrari, 6,6 prosent. Og bilar kosta meira nú enn fyri einum ári síðani.

Bensin og diesel bíligari

Men bensin og diesel eru bíligari. Prísfallið fyrsta ársfjórðing í ár var so mikið stórt, at prísurin fór undir prísin fyrsta ársfjórðingin í fjør.

Matvørurnar eru farnar 0,3 prosent upp seinasta árið. Onkri prísir lækka tó. Mesta príslækkingin seinasta árið er í bólkinum, sum kallast innbúgv, húsbúnaður og tílikt, hon er 3,2 prosent.

Brúkaraprístalið fyrsta ársfjórðing var 120,0 samanborið við 120,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 118,6. Fyrsta ársfjórðingin í ár vóru prísirnir 1,2 prosent hægri enn fyrsta ársfjórðingin í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948