- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skála nýtt oddalið
Skála vann í dag fjórða dystin á rað, og nú eru teir á odda í landskappingini.
Í dag var Skála á vitjan hjá ÍF í Fuglafirði, og har vóru skálamenn greitt omaná.
Skála vann 3-0, hálvleiksstøðan var 2-0.
Skála tapti í fyrsta umfari 0-1 fyri B36, men síðan tá, hevur Skála vunnið fýra dystir á rað.
Tað er merkisvert, at í hesum fýra dystinum, hevur Skála einki mál latið inn.
Telur ein dystin í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið við, sum Skála vann 1-0 á AB, er talan um fimm dystir.
Tað er eisini vert at leggja tilmerkis, at í hesum fýra dystunum hevur Skála verið greitt tað betra liðið.
Gongdin síðstu fýra dystirnar hjá Skála
Skála-TB 2-0 |
Skála-NSÍ 2-0 |
AB-Skála 0-1 |
ÍF-Skála 0-3 |
B36 var undan hesum umfarinum oddalið, men dysturin hjá teimum í Gøtu ímóti Víkingi bleiv avlýstur vegna veður.
Sigurin hjá Skála á ÍF í dag hevur við sær, at teir eru farnir upp um B36 á stigatalvuni við betur málmuni.
TB tók stig frá føroyameistaranum
TB telist eisini millum feløgini, sum hava klárað seg væl í fyrstu umførunum.
TB spældi í dag 1-1 javnleik ímóti føroyameistaranum HB, sum hevur fingið eina vánaliga byrjan.
TB er í løtuni á fjórða plássi við átta stigum, meðan HB er á sætta plássi við bara seks stigum fyri fyrstu fimm umførini
EB/Streymur fekk fyrsta sigurin
Gleðin var stór á Eiði í dag, tá EB/Streymur fekk fyrstu stigini á kontuna, og tað eisini við maner.
Sundalagsmenn vunnu heili 5-1 á AB.
Eisini var hugaligt hjá EB/Streymi, at Arnbjørn Hansen tykist at hava funnið máltevið. Hann skoraði tvær ferðir í dag.
KÍ bjóðar av
Stóra avbjóðingin hjá KÍ undan hesum kappingarárinum var, at nógvar útskiftingar vóru í hópinum.
Tá hugsað verður um tað, má sigast, at klaksvíkingar hava fingið eina sera góða byrjan upp á kappingina.
Í dag vann KÍ 2-0 á NSÍ. Sigurin var hin triðji á rað, og saman við tveimum javnleikum tekur tað KÍ upp á 11 stig, sum er eitt minni enn Skála og B36 hava á fyrsta og øðrum plássi.
KÍ fer tó at iðra seg um, at Patrik Johannesen bleiv útvístur fyri tvey gul kort. Hann verður tí ikki við ímóti B36 hósdagin í Gundadali.
KÍ-NSÍ 2-0 (2-0)
18 min. | 1-0 | Jóannes Bjartalíð |
39 min. | 2-0 | Jonn Johannesen |
59 min. | Reytt kort (tvey gul) | Patrik Johannesen (KÍ) |
ÍF-Skála 0-3 (0-2)
15 min. | 0-1 | Pætur Dam Jacobsen |
31 min. | 0-2 | Heðin Klakstein |
90 min. | 0-3 | Fróði Benjaminsen |
TB-HB 1-1 (0-0)
79 min. | 0-1 | Adrian Justinussen |
90+ min. | 1-1 | Stefan Radosavljevic |
EB/Streymur-AB 5-1 (2-1)
25 min. | 1-0 | Arnbjørn Hansen |
35 min. | 2-0 | Steffan Løkin |
37 min. | 2-1 | Heri H. Mohr |
65 min. | 3-1 | Niklas Kruse |
67 min. | 4-1 | Arnbjørn Hansen |
82 min. | 5-1 | Magnus Jarnskor |
Støðan
1. Skála | 12 stig |
2. B36 | 12 stig |
3. KÍ | 11 stig |
4. TB | 8 stig |
5. NSÍ | 7 stig |
6. HB | 6 stig |
7. Víkingur | 4 stig |
8. EB/Streymur | 3 stig |
9. AB | 3 stig |
10. ÍF | 1 stig |
6. umfar verður spælt skírisdag 18. apríl
NSÍ - ÍF |
HB - AB |
Skála - EB/Streymur |
TB - Víkingur |
B36 - KÍ |