Stjórin í Mossad til Katar at tosa um Gasa

Stjórin í Mossad til Katar at tosa um Gasa
Tíðliga í hesum mánaðinum var mett, at umleið 100 gíslar eru framvegis í Gasa. Av teimum eru einir 60 á lívi
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur givið boð um, at stjórin í fregnartænastuni Mdssad skal fara til Katar at tosa um í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.01.2025 - 08:22

Amerikanski forsetin Joe Biden tosaði um vikuskiftið við ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um samráðingar, um at lata leysar gíslar og um at fáa í lag vápnahvíld í Gasa, sigur eitt amerianskt embætisfólk við AFP-tíðindastovuna.

Hetta hendir samstundis sum Biden leggur trýst á at fáa vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, áðrenn Donald Trump kemur aftur í Hvítu húsini 20.januar.

Leygardagin komu boð frá umsitingini hjá Benjamin Netanyahu um, at Ísrael sendir stjóran fyri Mossad-fregnartænastuna til Katar at tosa um Gasa.

 

Joe Biden, forseti, roynir at leggja trýst á at fáa vápnahvíld millum Ísrael og Hamas. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Bert ein vápnahvíld

Síðani yvirgangsatsóknina hjá Hamas í Ísrael 7.oktober 2023 og kríggið í kjalarvørrinum á tí, hevur vápnahvíld bert verið eina ferð. 

Hon var seint í november 2023, og umleið 100 ísraelskir gíslar vóru býttir um við meira enn 200 palestinskar fangar.

Tíðliga í hesum mánaðinum var mett, at umleið 100 gíslar eru framvegis í Gasa, og av teimum eru einir 60 á lívi, siga ísraelska keldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749