- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri enn hálvthundrað skaðafráboðanir eftir streymslitið
Fleiri enn hálvthundrað skaðafráboðanir eftir streymslitið
Millum tólini, sum ikki tola, at streymurin fer og kemur í heilum, eru sirkulatiónspumpur, oljufýringar og frystiboksir
13.01.2025 - 11:17
Tryggingarfeløgini hava fingið yvir hálvthundrað fráboðanir um skaðar í streymslitinum seinasta mikudag.
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri trygging, sigur, at tey hava fingið 35 fráboðanir um eltól, sum ikki toldu streymslitið.
Trygd.
Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd, sigur, at tey hava fingið okkurt um 20 fráboðanir um eltól, sum fingu skaða í streymslitinum mikudagin.
Millum tólini, sum ikki tola, at streymurin fer og kemur í heilum, eru sirkulatiónspumpur, oljufýringar og frystiboksir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV