Krevur betri fíggjarstýring á Landssjúkrahúsinum

Krevur betri fíggjarstýring á Landssjúkrahúsinum
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur skrivliga biðið Landssjúkrahúsið styrkja fíggjarstýringina
Aðalráðið vil hava betri fíggjarstýring.
 
12.04.2019 - 12:12

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur skrivliga biðið Landssjúkrahúsið styrkja fíggjarstýringina.

Tað hendir, eftir at Heilsu- og innlendismálaráðið í januar fekk at vita frá Landssjúkrahúsinum, at alt var í lagi viðvíkjandi 2018.

Men í februar fekk Heilsu- og innlendismálaráðið at vita, at alt var ikki í lagi kortini. Meirnýtsla var í 2018. 

Tað verður ikki góðtikið, at landsstýrið ikki fyrr enn í februar fær at vita, at meirnýtsla er, stendur í uppskotinum um eykajáttan fyri 2019.

Nøkur tilmæli eru í frágreiðingini, sum Ronnie Midjord, sum var virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum síðstu fýra mánaðirnar í 2017, bað uttanhýsis grannskoðara gera. 

Tann frágreiðingin er ikki heilt liðug enn, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948