- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur brúka meira enn tær fáa til tey gomlu
Bygdarráðið í Porkeri hevur samtykt ikki at gjalda Bú- og heimatænastuni eykarokningina fyri 2018.
Samtykt er at halda fast við verandi samtykt. Hon er, at Porkeris kommuna ikki rindar meira fyri 2018, enn kommunan fær fyri at forskatta eftirlønir og fyri útisiglarar.
Kommunan fekk tríggjar milliónir og 436.000 kr. frá landinum í fjør. Men rokningin frá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni er 567.000 kr. størri enn tað.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri, sigur, at teir pengarnir, altso 567.000 kr., verða ikki goldnir. Fáir útisiglarar eru í Porkeri, og tí fær kommunan ikki so nógv fyri útisiglarar, sigur borgarstjórin.
Brúka meira enn tær fáa
Í lesarabrævi í gjár sigur borgarstjórin í Eysturkommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum, Jóhan Christiansen, at kommunurnar fingu 464 milliónir og 837.132 kr. frá landinum í fjør.
Men tær brúktu 27 milliónir og 58.239 kr. meira enn tað til eldraøkið.
Kommunurnar brúktu 6,8 prosent meira enn tær fingu frá landinum, sigur Jóhan Christiansen. Útisiglarar eru ein fjórðingur av tí, sum kemur úr landskassanum.
Teir pengarnir verða goldnir teimum kommununum, har sum útisiglarnir búgva. Hetta ger, at kommunur, har sum nógvir útisiglarar eru, fáa flestar pengar, tí tær fáa minni í kommunuskatti.