Níggju hava søkt stjórastarvið

Níggju hava søkt stjórastarvið
Talan er um fólk av báðum kynum, og umsóknirnar eru ikki bara úr Føroyum
Níggju fólk vilja verða stjóri á Landsverki. Umsóknarfreistin at søkja starvið var úti í dag
 
05.04.2019 - 16:04

Níggju fólk vilja vera stjóri á Landsverki. Umsóknarfreistin at søkja starvið var úti í dag. Talan er um fólk av báðum kynum.

Umsóknirnar til stjórastarvið á Landsverki eru ikki bara úr Føroyum, men ymsastaðni frá, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum.

Óvist nær starvið verður sett

Nú verður farið undir setanartilgongdina, men nær starvið verður sett, ber ikki til at siga nakað um enn. Tað sigur Rúni Joensen.

Evald Kjølbro var stjóri í Landsverki til 19. desember í fjør, tá Heðin Mortensen, landsstýrismaður, loysti hann úr starvinum. Grundgevingin var, at Landsverk ikki hevði dugað nógv væl at stýrt byggiætlanini Glasir.

Stjórin í Landsverki varð sagdur úr starvi fyri at taka trýstið av polittisku skipanini, segði Heðin Mortensen. 21. januar legði Rigmor Dam, landsstýriskvinna frá sær av sama máli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151