- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyndarfjarðarvegurin verður ikki breiðkaður

Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, Bill Justinussen og Magnusi Rasmussen, tingmonnum, um at breiðka vegateinin millum Oyndarfjørð og Hellurnar.
Í álitinum frá Fíggjarnevndini siga umboðini hjá samgonguni, at tey eru samd við uppskotsstillaran um, at vegateinurin treingir til ábøtur. Men kortini mæla tey til at fella uppskotið.
Landsstýrismaðurin hevur kunnað Løgtingið um, at ítøkiligar ætlanir eru um at seta upp bilverju í næstum á einum vegastrekki upp á 300 - 400 metrar, har tað verður mett neyðugt við atliti at ferðslutrygdini.
Eisini sigur landsstýrismaðurin, at vegateinurin verður við í uppfylgjandi arbeiðinum við nýggjastu samferðsluætlanini, sum varð løgd fram í vár.
Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum, stendur í álitinum.