- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heitu keldurnar skulu finnast
Nú sethús skulu hava alternativa og grøna orku, vil Sambandsflokkurin hava kanningar gjørdar av jarðhitanum og flógva vatninum í føroysku undirgrundini.
Flokkurin hevur tí lagt eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika løgtingslóg, sum setur ferð á hetta kanningararbeiðið.
Upp í 25 stig
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at fleiri dømi eru um flógvar og heitar keldur, sum koma upp úr jørðini. Hitin er tó ymiskur úr fáum stigum heilt upp í 25 stig.
Og tí ræður um at finna økini, har heitu keldurnar eru og kanna, um - og hvussu - tað kundi verðið brúkt til at hita sethús upp við.
Skal verða mvg-frítt
Sambandsflokkurin mælir til, at hesar loysnir sleppa undan mvg-gjaldi, og at tær verða partur av tillagaðu el-prísunum, ið eru samtyktir á Løgtingi.
1. viðgerð verður av uppskotinum í dag.