- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Í kvøld skal Malta hava trý stig
Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna síðsta sigurin hjá Malta í eini undankapping.
Tá vann Malta 2-1 á Armenia á útivølli.
Nakrir javnleikir hava verið síðan tá, men fótbóltsfjepparar í Malta eru svangir eftir einum sigri.
Vit hava hitt venjaran hjá Malta, Ray Farrugia, sum sigur, at í kvøld skal Malta vinna.
- Vit vilja vinna hendan dystin, og vit fara eftir trimum stigum.
-Hetta verður ikki nakar lættur dystur. Føroyar hava eitt gott lið, og vit hava virðing fyri teimum.
-Men eingin skal ivast í, at vit fara á vøllin eftir øllum trimum stigunum í kvøld.
Fara tit at royna stýra dystinum, so tit hava bóltin meira enn Føroyar?
-Ja, tað vilja vit helst. Vit hava nýggjar spælarar í hópinum, sum eru sera bólttryggir, og teir fara at styrkja okkum í tí partinum av spælinum, sigur maltesiski venjarin.
Hugsar ikki um Spania
Næsti dysturin hjá Malta er longu týsdagin, tá teir eru á vitjan hjá sterkasta landinum í bólkinum, Spania.
Men Ray Faruggia hugsar als ikki um tann dystin.
-Fyri okkum er hetta tann stóri dysturin, og hetta er tað einasta vit hugsa um.
-Vit hugsa ikki um Spania, fyrr enn hesin dysturin er spældur, sigur Ray Farrugia við Kringvarpið.
Beinleiðis í sjónvarpinum
Kringvarpið sendir EM-undankappingardystin ímillum Malta og Føroyar beinleiðis í sjónvarpinum.
Dysturin byrjar klokkan 17.00, sjónvarpið byrjar at senda klokkan 16.30