Dumpaðu á Malta

Dumpaðu á Malta
Føroyska avrikið var millum tey vánaligastu í nýggjari tíð
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
23.03.2019 - 19:55

Føroyar taptu í kvøld 1-2 fyri Malta, hóast føroyska liðið í meira enn ein hálvan tíma spældi við ellivu spælarum ímóti tíggju.

Í fyrra hálvleiki megnaðu føroyingarnir ikki at skapa nakran málmøguleika ímóti einum maltesiskum liði, sum leikliga var omaná.

Tí var tað eisini uppiborið, tá Kyrian Nwoko legði Malta á odda 1-0, tá trettan minuttir vóru spældir. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.

Í byrjanini av seinna hálvleiki sá føroyska spælið nakað frægari út, og tá eitt korter var farið fingu Føroyar møguleikan at koma inn aftur í dystin.

Maltesiski verjuspælarin,Andre Agius, bjargaði einum føroyskum skoti við hondini, og so bríkslaði íslendski dómarin fyri brotssparki til Føroyar.

Samstundis fekk Andre Agius reytt kort. Hetta var møguleikin hjá Føroyum, men hann bleiv misnýttur.

Maltesiski málverjin, Henry Bonello, hevði lisið Brand Olsen av og bjargaði.

Føroyski niðurtúrurin bleiv fullkomin, tá Atli Gregersen feldi Joseph Mbong inni í føroyska brotssteignum, tá 77 minuttir vóru spældir.

Steve Borg var púra tryggur frá ellivu metrum, og so var 2-0 til Malta.

Dómarin legði sjey minuttir afturat, og í tí sjeynda minuttinum eydnaðist tað Jákupi Thomsen at minka um munin.

Málið kom ov seint, og so var fyrsti sigurin hjá Malta í seks ár veruleiki.

Lars Olsen: Vit blíva revsaðir fyri okkara mistøk

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, segði aftaná dystin, at føroyska liðið gjørdi ov nógv mistøk og at tey blivu revsað.

LARS_TIL_NET

Orsaka

Føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, var eyðmjúkur eftir dystin, og hann hevði ikki hug at koma við umberingum.

Liðskiparin segði, at tað var einki annað at gera enn at biðja alt føroya fólk um umbering fyri avrikið.

ATLI_TIL_NET

Stórt fyri Malta

Venjarin hjá Malta, Ray Farrugia, segði eftir dystin við Kringvarpið, at hetta er ein stórur dagur fyri maltesiskan fótbólt.

-Vit hava bíðað leingi eftir einum sigri, og í dag kom hann. Mínir spælarar stríddust fyrimyndarliga, og teir høvdu sigurin uppibornan.

MATESISKUR_VENJARII_TIL_NET

Føroyar spæla longu aftur týskvøldið á útivølli ímóti Rumenia.

Rumenia tapti í kvøld 1-2 fyri Svøríki í Stokkhólmi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081