Alt samtykt og øll afturvald

Alt samtykt og øll afturvald
Øll uppskotini hjá nevndini blivu samtykt á ársaðalfundinum hjá BankNordik í gjár
Stine Bosse heldur fram sum forkvinna í nevndini í BankNordik.
 
22.03.2019 - 12:48

Øll uppskotini hjá nevndini blivu samtykt á ársaðalfundinum hjá BankNordik í gjár.

Partaeigarnir fáa 70 mió. kr. í vinningsbýti.

Tað svarar til 27 prosent at avlopinum, ella sjey krónur fyri hvørt partabrævið

Bankin selur egin partabrøv fyri átta milliónir krónur, so partapeningurin lækkar úr 200 milliónum niður í 192 milliónir krónur.

Men bankin ætlar at keypa fleiri egin partabrøv, tí ársaðalfundurin gav honum heimild at keypa partabrøv til 1.mars 2024.

Stine Bosse, Barbara Pállsdóttir Vang, Kim Jacobsen, Jógvan Jespersen og John Henrik Holm eru afturvald í nevndina, og nývaldur er Gunnar Nielsen.

Stine Bosse heldur fram sum forkvinna í BankNordik og Barbara Pállsdóttir Vang heldur fram sum næstforkvinna.

Hinir í nevndini eru Kenneth M. Samuelsen og Dan Rasmussen fyri starvsfólkini og Alexandur Johansen umboðar samtakið BankNordik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948