- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir er steypavinnari
Mjølnir úr Klaksvík er steypavinnari 2019 hjá monnum, eftir at teir vunnu 3-0 móti Fleyr í Stórhøllini á Hálsi.
Liðið úr Klaksvík var stórfavorittur undan finaluni, men tað var eyðsæð, at Fleyr ikki vildi geva teimum ein lættan sigur.
Í tveimum teimum fyrstu settunum fylgdi havnaliðið væl við og kundi eins væl havt vunnið fyrsta settið.
Tað var kortini Mjølnir, sum var sterkari í avgerðandi løtunum, og í triðja setti skúgvaðu klaksvíkingar allan iva til viks og vístu,
at teir eru teir sterkastu í føroyskum flogbólti í løtuni.
Teir vunnu greitt 25-14 og kundu fegnast saman við áskoðarunum um steypasigurin.
Mjølnir byrjaði dystin betur, og kom á odda tíðliga, men Fleyr át leiðsluna upp seint í settinum, og støðan gjørdist 23-23.
Tá tók Mjølnir time-out, og tað eydnaðist klaksvíkingum at taka seinastu stigini og vinna 25-23.
Annað sett fylgdi sama mynstri, sum tað fyrsta. Mjølnir tók leiðsluna tíðliga og helt hana í roynd og veru alt settið,
hóast Fleyr nærkaðist viðhvørt. Tað endaði tó við tryggum 25-20 sigri til klaksvíksliðið.
Favorittarnir úr Mjølni lótu til endans ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær at avgera dystin í trimum
settum. Teir løgdu seg á odda beinanvegin, og leiðslan bara øktist, sum settið leið. Síðsta
bóltin sló Fleyr í blokkin og út. 25-14, og so var Mjølnir steypavinnari hjá monnum.