Vil heim úr Sýria, men Bretland sýtir

Vil heim úr Sýria, men Bretland sýtir
Bretski ríkisborgarin, Shamima Begum, sum í løtuni heldur til í eini flóttafólkalegu í Sýria, vil heimaftur til Bretlands
 
20.02.2019 - 10:34

19 ára gamla kvinnan fór fyri fýra árum síðani saman við tveimum vinkonum til Sýria, har tær giftust IS-hermonnunum, og tær gjørdust limir í yvirgangsfelagsskapinum IS. Nú er IS um at verða niðurbardur.

Tí vil Begum heim til Bretlands við nýfødda syni sínum, sum hon átti seinasta vikuskifti. Men tað fer ikki at henda. Sambært Ritau hevur bretska innanríkisráðið boðað kvinnuni frá, at hon missir bretska ríksiborgarskap sín.

Blaðið, The Times, hevur tosað við Shaminu Begum, og hon finst at ávísum viðurskiftum hjá Islamska statinum og kalifatinum, men sigur, at hon ikki angrar avgerðina um at fara upp í yvirgangsfelagsskapin, og at hon fekk tað lívið, sum hon ynskti sær, í hersettum øki hjá Islamskum stati.

Begum var 15 ára gomul, tá hon fór upp í IS í Sýria. Hon hevur mist tvey børn, sum doyðu av hungri og sjúku, meðan hon var í sjálvtilnevnda kalifatinum hjá Islamskum Stati.

Missir ríkisborgararættin

Bretski innanríkisráðharrin, Sajid Javid, sum hevur ábyrgdina av immigratión, segði mánadagin, at hann fer at forða bretum, sum eru farnir upp í IS, í at venda aftur til Bretlands.

Bretska stjórnin kann eisini taka ríkisborgaraskapin frá fólki, um hildið verður, at tað er neyðugt fyri trygdina í landinum. Bretska lóggávan sigur tó eisini, at tað ber ikki til í teimum førum, at ríkisborgarin so verður stats-leysur.

Bretland hevur tikið ríkisborgararættin frá meira enn 100 bretum, sum hava dupultan ríkisborgararætt. Tað er ógreitt, um Shamima Begum eisini er ríkisborgari í øðrum landi, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342