Biður kommunur staðfesta avgerð

Biður kommunur staðfesta avgerð
Tá eldaraøkið var lagt til kommunurnar 1.januar 2015 setti Bú- og heimatænastan sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni
Tvey ellisheim eru í Suðuroynni, annað er Hamragarður í Vági.
 
20.02.2019 - 13:05

Stýrið hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni samtykti í gjár at skriva til kommunustýrini í Suðuroynni og biðja tey um á næsta kommunustýrisfundi at taka støðu til, um tey framvegis halda fast við gomlu avgerðina um at Bú- og heimatænastan keypir ellisheimini og sambýlini í oynni. 

Tá eldaraøkið var lagt til kommunurnar 1.januar 2015 setti Bú- og heimatænastan sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. 

Eisini sambýlið við Sílá á Tvøroyri fyri 11 milliónir krónur. 

Men samtyktin hjá Bú- og heimatænastuni er ongantíð framd í verki.

Nú vil stýrið fyri Bú- og heimatænastuna hava at vita, um kommunustýrini framvegis vilja keypa.

Bú- og heimatænastan er samstarvið millum kommunurnar um eldraøkið. 

Samtykt at leiga

Hóast býráðið á Tvøroyri samtykti 10.september í fjør at leiga húsini við Sílá til sambýli, er leigusáttmálin ikki undirskrivaður enn.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at bíðað verður eftir góðkenning frá ymsum myndugleikum til at leiga sambýlið.

Sambýli var við Sílá, men tað fór illa í illveðrinum í 2011.

Tvøroyrar kommuna vildi ikki sjálv umvæla húsini, men seldi tey. 

Nýggju eigararnir bygdu síðani húsini uppaftur, millum annað so tey eru egnað sum eldrasambýli.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817