Fótbóltssambandið skipar fyri ráðstevnu

Fótbóltssambandið skipar fyri ráðstevnu
Fyrsta vikuskiftið í mars, fríggjadagin og leygardagin, 1. og 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt
Mynd: fsf.fo  
 
09.02.2019 - 15:49

Hetta er triðja árið, at hendan ráðstevna er á skránni, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum.

Málbólkurin eru allir barna- og ungomsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.

Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, luttekur við fyrilestrum og praktiskum venjingum. Les meira um ráðstevnuna og melda til her. 

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856