Strandfaraskip kunnu samanberast við ellisakfør

Strandfaraskip kunnu samanberast við ellisakfør
Miðalaldurin á strandfaraskipunum er 30 ár
 
08.02.2019 - 10:36

Fleiri strandfaraskip lúka ikki krøvini, ið verða sett ferðamannaskipum í dag, og tey kunnu í veruleikanum samanberast við ellisakfør.

Tað stendur í nýggju samferðslufrágreiðingini frá Landsverki.

Tað er nærum ógjørligt at finna ferjur, sum hóska til okkara viðurskifti, og sum lúka galdandi krøv.

Ritan, Sam og Ternan høvdu als ikki sloppið í flotan, um so skuldi verið.

Neyðugt at endurnýggja

Einasta loysnin er at endurnýggja flotan, men neyðugt kann verða við avloysaraskipi, hóast flotin verður endurnýggjaður, stendur í frágreiðingini.

Ein onnur avbjóðing er, at í háárstíð eru skipini ov lítil, og skal tørvurin nøktast um summarið, er neyðugt við einum ella fleiri skipum aftrat teimum, sum eru í flotanum. 

Danska fyritøkan Knud E. Hansen hevur gjørt eina støðulýsing av Smyrli, Teistanum, Ternuni, Sam, Rituni og Sildberanum.

Har er niðurstøðan, at neyðugt er endurnýggja ein stóran part av flotanum, so skipini kunnu nøkta ferðafólka- og farmaflutningin, sum Strandferðslan sambært lóg hevur skyldu at røkja. 

Miðalaldurin á strandfaraskipunum er 30 ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151