- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltur er primitivt undirhald
Spæliskipanir, taktikkur og uppseting av einum liði. Tað var ikki hetta, sum fekk fleiri okkara at hyggja eftir HM-finaluni í hondbólti fyri einari viku síðani.
Tað heldur Verner Møller, sum er fyrrverandi hondbóltsspælari á úrvalsstigi og í dag professari í ítrótti á Aarhus Universiteti. Hetta sigur hann við heimasíðuna videnskab.dk.
- Tað eru tey fæstu okkara, sum skilja nuansurnar og tankarnar aftan fyri taktikk og spæliskipanir, tá vit hyggja eftir hondbólti. Fyri okkum snýr tað seg um nakað heilt annað, nevniliga at dysturin er ein framsýning av primitivum drama – tey móti okkum, sigur danski professarin og heldur fram:
Í roynd og veru snúgva flestu ítróttargreinar seg um, at tveir mótpartar dystast móti hvørjum øðrum. Eina liðið er tað, tú heldur við, og sum onkursvegna umboðar teg. Fyri at tað skal vera lætt, skulu leikararnir á vøllinum vera í ávísum klæðum, soleiðis at vit kunnu kenna ”okkara lið”. Tað er púra einfalt og vendir sær til okkara vanliga máta at býta heimin upp í tey og vit, greiðir Verner Møller frá.