Aleqa Hammond stillar uppaftur

bannari
Aleqa Hammond stillar uppaftur
Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, stillar uppaftur til fólkatingsvalið, sum verður í seinasta lagi í summar
 
28.01.2019 - 12:20

Aleqa Hammond ætlar at stilla uppaftur til komandi fólkatingsvalið, og hesa ferð umboðar hon flokkin Nunatta Qitornai í fólkatinginum. Tað skrivar Sermitsiaq. 

Flokkurin vil ikki siga, um eitt umboð hjá teimum fer at styðja bláa ella reyða veingin í fólkatinginum. Tað veldst um viljan at samstarva og at eftirlíka ynski og krøv, verður sagt.

Aleqa Hammond hevur eisini sæti í grønlendska landstinginum, og hon ætlar at varðveita sessin í landstinginum, um hon verður vald í fólkatingið, sigur Nunatta Qitornai.

Fyrst í hesum valskeiðnum hevði stjórnarflokkurin Vinstri formanssessin í grønlandsnevndini í fólkatinginum.

Men Aleqa Hammond fekk formanssessin, tá hon lovaði ikki at fella stjórnina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805