Koyringin hjá Bygdaleiðum bjóðast út

Koyringin hjá Bygdaleiðum bjóðast út
Strandferðslan bjóðar nú uppgávuna, at røkja innanoyggja ferðasambandið við bussum, út fyri tey næstu sjey árini
Koyringin hjá Bygdaleiðum verður nú aftur bjóðað út alment. Tilsamans 19 farleiðir eru í útbjóðingartilfarinum hjá Strandferðsluni
 
22.01.2019 - 13:58

Koyringin hjá Bygdaleiðum verður nú aftur bjóðað út alment. Strandfaraskip Landsins bjóðar nú uppgávuna, at røkja innanoyggja ferðasambandið við bussum, út fyri tey næstu árini.

Fyrr hevur Strandferðslan gjørt avtalu við veitarar í fimm ár, men í nýggja útbjóðingartilfarinum skal sáttmáli gerast um koyringina hjá Bygdaleiðum í sjey ár. Hetta er treytað av, at heimild fæst fyri tí í løgtingslóg.

Tað eru eisini aðrar broytingar í nýggja útbjóðingartilfarinum. Í framtíðini skulu allir bussar hjá Bygdaleiðum eftir eina skiftistíð taka koyristólar. Ferðandi skulu eisini kunna síggja, hvar bussarnir hjá Bygdaleiðum eru.

Tilsamans 19 farleiðir eru í útbjóðingartilfarinum hjá Strandferðsluni. 45,6 milliónir krónur eru settar av um árið til at røkja koyringina hjá Bygdaleiðum fyri, sambært Fíggjarlógini. Freistin, at bjóða uppá koyringina, er 1. mars á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946