Nýtt ferðafólkamet á flogvøllinum í Vágum

Nýtt ferðafólkamet á flogvøllinum í Vágum
Neyva talið er 377.813 fólk, 10,7 prosent fleiri enn í 2017, tá ferðafólkini vóru 341.388 í tali
Fráferðirnar og komurnar vóru 5.411 í fjør, 1,6 prosent fleiri enn í 2017.
 
05.01.2019 - 15:45

Næstan 380.000 ferðafólk fóru um flogvøllin í fjør. Og tað er met.

Neyva talið er 377.813 fólk, 10,7 prosent fleiri enn í 2017, tá ferðafólkini vóru 341.388 í tali.

Ferðafólkatalið í desember var 8,3 prosent størri enn í desember 2017.

Vøksturin í fjør var tó ikki eins stórur, sum tá árini 2017 og 2016 eru samanborin.

SAS byrjaði at flúgva til Føroya í mars 2017.

Posturin, sum kemur ella fer við flogfari, er minkaður. 

Í fjør vóru tonsini 264,5 tons, 2,6 prosent minni enn í 2017.

Men flogfarmurin er vaksin nógv. Hann var 143,2 prosent størri í fjør enn í 2017. Hann var 1605,3 tons í fjør.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275