- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka fleiri laksar enn áður ætlað
Taka fleiri laksar enn áður ætlað
Bakkafrost ætlar at taka 54.500 tons av laksi í ár, sigur samtakið í fráboðan til partaeigararnar
03.01.2019 - 11:32
Bakkafrost ætlar at taka 54.500 tons av laksi í ár, sigur samtakið í fráboðan til partaeigararnar.
Tað eru 1.500 tons meira enn fyrr fráboðað.
Bakkafrost tók 12.300 tons av laksi í fjórða ársfjórðingi í fjør.
Havsbrún seldi 24.700 tons av alifóðri í seinasta ársfjórðingi í fjør.
Frágreiðingin hjá Bakkafrost-samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2018 verður almannakunngjørd tann 19.februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV