Samferðslumálaráðið fer at kanna Glasir

bannari
Samferðslumálaráðið fer at kanna Glasir
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at niðurstøða verður gjørd innan tvær vikur
 
28.11.2018 - 16:51

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur gjørt av at seta í verk eina gjøgnumgongd av byggimálinum um Glasir beinanvegin.

Samferðslumálaráðið skal sjálvt kanna málið. 

Gjøgnumgongdin skal fevna um tilgongdina, frá tí, at málið er fyrireikað, og byggiverkætlanin samtykt, fígging, játtan og nýtslu í sambandi við byggingina, hví týdningarmiklir byggimanglar tykjast vera, eftir at skúlin er tikin í nýtslu, og hví fráboðan um vantandi játtan kemur nústani.

Heðin Mortensen sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við gjøgnumgongdini er at fáa staðfest, um tey, sum hava verið partar av verkætlanini, hava røkt sínar uppgávur á nøktandi hátt.

Niðurstøða skal verða gjørd í málinum innan tvær vikur, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805