Oddfríður Marni vann bókhandlaravirðislønina

Oddfríður Marni vann bókhandlaravirðislønina
Oddfríður Marni Rasmussen fekk virðislønina fyri skaldsøguna "Ikki fyrr enn tá".
Mynd: savnsmynd  
 
24.11.2018 - 15:43

Bókhandlaravirðislønin var latin á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag, og hana vann Oddfríður Marni Rasmussen.

Virðislønin er 100.000 krónur, og aftrat henni er ein útgávusáttmáli við Sprotan.

Skaldsøgan er um eina vanlagnu

Bókhandlaravirðislønin verður latin vinnaranum av skaldsøgukappingini, sum bókahandlar í Føroyum skipaðu fyri. Oddfríður Marni Rasmussen vann við skaldsøguni "Ikki fyrr enn tá" . Hon snýr seg um ta vanlagnu, tá makin fær ólekjandi heilakrabba.

Í grundgevingini fyri at lata skaldsøguna fáa virðislønina stendur m.a., at rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið situr eftir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008

Meira um sama evni