Heðin Mortensen avloysir Henrik Old

Heðin Mortensen avloysir Henrik Old
Heðin Mortensen er nýggjur landsstýrismaður við samferðslumálum
Heðin Mortensen var millum teir, sum løgdu uppskot fyri tingið um at bjóða Fámijenstunnil út saman við Hvalbiartunlinum
 
19.11.2018 - 23:10

Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Heðin Mortensen sum landsstýrismann í samferðslumálum. Tað boðar løgmansskrivstovan frá í kvøld.

Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir bæði í lands- og býráðspolitikki, men hevur ongantíð áður verið í landsstýrinum.

Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur.

Heðin Mortensen hevur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í morgin. Og helst fær hann úr at gera beinanvegin. Fleiri uppgávur liggja og bíða, teirra millum frágreiðingin hjá Landsverki um Glasir, ein tunnilsraðfesting, ið Heðin Mortensen sjálvur hevur havt ein lut í, og ein frágreiðing um vánaliga standin á landsins brúgvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805