- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Góðtaka flogvallaravtalu í blindum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronland_lufthavn.jpg?itok=M06xK5Rv)
Um meirlutin í grønlendska landstinginum samtykkir flogvallarætlanina, so er vandi fyri, at politikararnir samstundis góðkenna partaeigaraavtalu í Kalaallit Airports, sum als ikki er gjørd enn.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Seinasta viðgerð av flogvallarpakkanum verður í næstu viku, og stúran er nú um, at ein samtykt eisini fer at fevna um, hvussu stóran part av Kalaallit Airports danski staturin kemur at sita á, hóast tað málið ikki er avgjørt áðrenn viðgerðina.
Grønlendska landsstýrið fær við samtyktini heimild at gera ognaravtalu við donsku stjórnina, og sostatt fær landsstýrið fríar teymar at geva danska statinum ognarpart av flogvøllunum í Nuuk og Ilullisat.
Partaeigaraavtalan skal - umframt ognarlut - eisini fevna um vinningsbýti, samanseting av leiðsluni í Kalaallit Airports og sýtingarrætt í nevndini.
Evsta viðgerð í landstinginum av størstu verkætalnini í grønlendskari søgu verður 15. november, skrivar KNR.