- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhanna átti vinnarafilmin um endurnýtslu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vinnarar_1.jpg?itok=E73qYuJB)
Í gjár handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vinnarunum í filmskappingini hjá Umhvørvisstovuni vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur frá Skógrøktini.
Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ikki færri enn 29 filmar komu inn, tá samanum kom. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning.
Papp-dukkuhúsið fekk fyrsta plássið
Besti filmurin gjørdist “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini var at, “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.”
Umframt heiðurin fekk Jóhanna eisini 15.000 krónur.
Papp-dukkuhúsið hjá Jóhonnu Katrinu Jacobsen við familju:
Drongur teknar á øðrum plássi
Filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt, fekk aðru virðislønina. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”
Umframt heiðurin fekk Aron eisini 7.000 krónur.
Drongur teknar:
Pappírsflog nummar trý
Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini “miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini."
Triðja virðislønin var eitt gávubræv upp á 3.000 krónur.
Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.