- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óttast svik á miðskeiðisvali
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0ada9552872bad5571c0c649f09636e7.png?itok=mXz42V0K)
Miðskeiðisval verður í USA í morgin, tá amerikanarar skulu atkvøða um, hvør skal manna Umboðsmannatingið og Senatið, umframt at fleiri guvernørar skulu veljast og atkvøðast skal um ymsar lógarbroytingar.
Nú stúra serfrøðingar fyri, at svikast kann við tølunum, og sostatt geva eina skeiva mynd av miðskeiðisvalinum, sum verður í morgin.
Serfrøðingar ávara um, at nógvar valmaskinur, ið eru komnar fyri gomlu atkvøðuseðlarnar, eru ótíðarhóskandi og at tað tí er lætt hjá teldusníkum at falsa tølini á miðskeiðisvalinum.
Feilirnir longu uppdagaðir í 2007
- Prógv eru fyri, at tað í teimum flestu statunum er lætt at bróta inn í útgerðina og falsa við tølunum, sigur J. Alex Halderman, professari í teldufrøði í Michigan, sambært DR.
Professarin vísti í september kongressini, hvussu lætt tað er hjá teldusníkum at sleppa inn í skipaninar, ið standa á fleiri túsund atkvøðustøðum í morgin.
Í september kom eisini ein frágreiðing undan kavi, sum vísir á nógvu feilirnar í tøknini, sum verður brúkt á miðskeiðisvalinum í morgin. Frágreiðingin leggur millum annað dent á feilir, sum longu vórðu uppdagaðir í 2007.