Tvær alikunngerðir eru á veg

Tvær alikunngerðir eru á veg
Tær skulu slóða fyri meir aling í Føroyum.
 
01.11.2018 - 12:01

Talan er um kunngerðir, sum skulu gerast, eftir at løgtingið í vár samtykti broytingar í alilógini.

Talan er um kunngerðir sum fevna um umsóknarumfar og um aling av fiski.

Tá kunngerðin um umsóknarumfar er liðug, verða økir í landinum boðin út til aling, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tær 10-15 umsóknirnar sum stovnurin hevur fingið, fevna víða, alt frá aling av kræklingi, tara, laksi og sílum. Og talan er bæði um aling á landi og sjógvi.

Pól Edvard Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini í Vinnumálaráðnum, sigur, at uppskot til kunngerðir er gjørt, og uppskotini eru send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur gjørt viðmerkingar til kunngerðirnar.

Í næstu viku er ætlanin at taka samanum kunngerðirnar, og ætlanin er at tær verða lýstar í hesum árinum, sigur deildarstjórin.

Fólk sum hava søkt um aliloyvi, rykkja javnan Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eftir svari, men Starvsstovan kann einki gera, fyrr enn kunngerðirnar eru lýstar, sigur stjórin.

Síðani í 2010 er bert eitt loyvi givið til aling, og tað er til rognkelsi á landi í Svínoy, sigur Bárður Enni.

Tá alilógin varð broytt í vár, varð sett í lógina, at um loyvi, sum verður givið til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið. Landsstýrismaðurin kann tó í serligum førum veita undantak frá tvey ára freistini, segði Vinnunevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342