Bárður vann barnabókavirðislønina

Bárður vann barnabókavirðislønina
Bárður Oskarsson vann í kvøld barnabókavirðisløn norðurlandaráðsins fyri bókina "Træið"
Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya lærarafelags tók ímóti heiðrinum
Mynd: Norðurlandaráðið  
 
30.10.2018 - 19:57

Bárður Oskarsson kann skriva enn eina virðisløn á langa listan við viðurkenningum, viðmælum og virðislønum, sum hann hevur fingið fyri barnabøkur sínar.

Fyri kortum varð hann heiðraður við barnabókavirðisløn útnorðurráðsins, og í kvøld vann hann barnabókavirðisløn norðurlandaráðsins - hesaferð fyri bókina Træið. 

Høgt í metum

Bárður Oskarsson er einamest kendur fyri sínar einfaldu tekningar, sum hóast einfaldar, hava eina heimspekiliga dýpd, sum talar til børn.

Bøkur hansara eru útgivnar í nógvum londum og hava verið umrøddar í føgrum vendingum í eitt nú New York Times. 

Dómsnevndin legði annars dent á, at Træið, hóast barnabók, eins væl kundi lesast og njótast av vaksnum sum børnum. 

Ov stuttur

Tann størsta virðislønin, ið varð handað í kvøld, er uttan iva bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins.

Jóanes Nielsen var enn einaferð tilnevndur, men eisini hesaferð fór virðislønin framvið honum.

Íslendska Auður Ava Ólafsdóttir fekk bókmentavirðislønina fyri bókina Ör.

Jóanes Nielsen hevur verið tilnevndur hesa virðisløn fimm ferðir áður - tó uttan at vinna. 

Heldur ikki tungmálmsbólkurin Hamferð, ið varð tilnevndur í tónlistavirðislønarbólkinum, fær aðra viðurkenning við heim enn tilnevningina. Heiðurslønin fór til norska tónaskaldið Niels Henrik Asheim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008

Meira um sama evni