- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarkreppa í Norra
Stjórnarkreppa er í Norra, eftir at Kristiligi Fólkaflokkurin hóttir við at taka stuðulin aftur til norsku stjórnina hjá Ernu Solberg, og heldur fara at samstarva við flokkarnar, ið eru vinstrumegin miðuna.
Fundur hevur verið í dag millum Kristiliga Fólkaflokkin og stjórnina hjá Ernu Solberg í morgun.
Kristiligi Fólkaflokkurin hevur innanhýsis fundir um støðuna kring um í Norra hesar dagarnar, har støða skal takast til málið.
Knut Arild Hareide, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, er sinnaður at fara at samstarva við flokkarnar vinstrumegin miðuna, men hann vil ikki siga, um hann leggur frá sær, um hann ikki fær undirtøku fyri linju sínari á landsfundinum hjá flokkinum.