- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leicester City eigari í tyrluvanlukku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/leicester-ap-premier-league.jpg?itok=pT1guwQO)
Maðurin, ið eigur enska fótbóltsfelagið Leicester City, Vichai Srivaddhanaprabha, var í tyrluni, sum datt niður uttan fyri King Power Stadium í gjárkvøldið.
King Power Stadium er heimavøllur hjá Leicester City.
Fór at mala um seg sjálva
Tyrlan fleyg av fótbóltsvøllinum eftir dystin millum Leicester og West Ham United, men uppi yvir parkeringsplássinum uttanfyri vøllin fór tyrlan at mala um seg sjálva, áðrenn hon datt niður og eldur kom í.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk vóru í tyrluni.
Teilendski ríkmaðurin Vichai Srivaddhanaprabha keypti fótbóltsfelagið Leicester City í 2010, og í 2016 vann felagið kappingina í Premier League. Tað var púra óvæntað, tá kappingarárið byrjaði.