- Tíðindi, mentan og ítróttur
Angela Merkel kann missa valdið eftir val í Hessen
Mangt bendir á, at týski samveldiskanslarin Angela Merkel og konservativi flokkur hennara, CDU, fáa eitt vánaligt valúrslit í Hessen, har val er til landspartatingið í Frankfurt í dag.
Systirflokkurin hjá CDU í Bayern - CSU - tapti valið í tí landspartinum fyri 14 døgum síðani.
Seinastu 20 árini hevur CDU staðið á odda fyri landspartastjórnini í Hessen, men veljarakanningar vísa, at flokkurin einans fer at fáa 28 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd uppá tíggju prosent í mun til valið fyri fimm árum síðani.
Ein annar stórur flokkur í Hessen er sosialdemokratiski flokkurin, SPD. Hann fekk 30 prosent av atkvøðunum seinast val var, men veljarakanningar vísa, at SPD væntandi eisini fer at fáa stóra afturgongd, eins og flokkurin fekk til valið í Bayern.
Ósemja kann noyða Angelu Merkel at leggja frá sær
CDU, CSU og SPD eru í samgongu í samveldistinginum í Berlin, har flokkarnir skipa stjórn við Angelu Merkel sum samveldiskanslara. Men spurningurin er, hvussu leingi samveldisstjórnin verður sitandi, tí ósemja er flokkanna millum, og hon er ikki vorðin minni, nú teir missa undirtøku millum veljararnar.
Leggur samveldisstjórnin í Berlin frá sær, er væntandi, at val verður í Týsklandi, og um so verður, kann stjórnarskeiðið hjá Angelu Merkel vera komið at enda.
Høgravíðgongdi flokkurin, AfD, hevur ikki verið umboðaður í Hessen, men tað verður hann nú. Veljarakanningar siga, at flokkurin fer at fáa 12 prosent av atkvøðunum.
Ein annar flokkur, ið væntandi fer at fáa stóra framgongd, er umhvørvisflokkkurin "Tey grønu".
Tey grønu hava sitið í stjórn í Hessen saman við CDU, og tí vónar Angela Merkel, at tað fer at eydnast flokki hennara at skipa stjórn aftur eftir valið í Hessen, skrivar Ritzau.