- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álvarslig hungursneyð í Yemen
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hungursneyd_yemen.jpg?itok=9Gli3oLh)
Helvtin av fólkinum í Yemen eru hótt av hungursdeyða. Talan er um 14 milliónir fólk, og hetta er um størstu hungursneyð í nýggjari tíð.
Tað upplýsir ST, eftir at leiðarin í matvørustovninum, Mark Lowcock, hevur verið í Yemen.
Í september upplýsti ST, at 11 milliónir fólk í landinum eru í vanda fyri at doyggja, og nú hevur ST hækkað talið upp í 14 milliónir fólk, sum er helmingurin av øllum fólkinum í landinum.
- Hungursneyðin í Yemen kann vera størri, enn nakar av okkum kann ímynda sær, sigur Lowcock.
Fyrst í hesum árinum fingu tríggjar milliónir fólk í Yemen hjálp frá ST, og nú verður mett, at 8 milliónir fáa hjálp. Men tað er framvegis langt eftir á mál, sigur Lowcock.
Kríggj í Yemen seinastu nógvu árini er orsøk til ringu støðuna.
Í 2015 fóru hermenn úr fleiri londum inn í Yemen, undir leiðslu av Saudiarabia, at stríðast ímóti Houthi-uppreistrarfólkum, sum høvdu gjørt uppreistur.
Síðani eru í minst lagi 10.000 fólk deyð, 50.000 eru særd, og milliónir av fólkum eru flýdd frá húsi og heimi.
Fyrr í ár settu deildirnar sær fyri at verja havnarbýin, Hodeida, ímóti uppreistrardeildunum, tí meginparturin av inn- og útflutninginum í landinum fer um henda havnarbýin.
Tí mælir ST til samráðingar, so neyðhjálp kann koma fram til tey svøltandi.