- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løfven fær eina viku afturat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lofven.jpg?itok=zQqdG9et)
Stefan Løfvén, virkandi forsætisráðharri og formaður hjá svensku sosialdemokratunu, hevur givið formanninum í ríkisdegnum frágreiðing um samgongusamráðingarnar, sum nú hava vart í meira enn seks vikur.
- Støðan er óbroytt, og vit eru ikki farin undir veruligar tingingar, sigur Løfven við svenska kringvarpið.
Frammanundan hevur Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, roynt seg sum samráðingarleiðara, men tá hann gav skarvin yvir, fekk Stefan Løfvén møguleikan.
Hann hevur fingið freist til mánadagin. Løfvén viðurkennir, at uppgávan er sera trupul:
- Hjá mær og fleiri øðrum er bara ein vegur. Og tað er at halda fram at tosa saman, til ein stjórn er skipað, sum ríkisdagurin kann góðtaka, sigur hann við SVT.