- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimsins longsta brúgv letur upp
Heimsins longsta brúgv letur upp
Heimsins longsta brúgv, sum er bygd tvørtur um hav, letur upp fyri ferðslu í dag.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/longsta_brugv.jpg?itok=4q7oCZjA)
Brúgvin fer eisini undir jørð, so farleiðirnar á havinum ikki verða ávirkaðar.
24.10.2018 - 10:36
Brúgvin, sum er 55 kilometrar long, bindur Hongkong saman við Macao, og hon fer síðani inn á kinesiska meginlandið til býin Zhuhai.
Verkætlanin hevur kostað 130 milliardir krónur í okkara peningi.
Arbeiðið byrjaði í 2009, og eftir ætlan skuldi brúgvin verða liðug í 2016, men arbeiðið er seinkað fleiri ferðir.
Seks koyribreytir eru á brúnni, sum fer í ein undirsjóvartunnil og fýra eftirgjørdar oyggjar.
Brúgvin er styrkt við 42.000 tonsum av stáli, og hon skal kunna tola jarðskjálvtar, sum verða mátaðir til átta á Richter-stiganum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV