Tøkugjaldið í tingið

Tøkugjaldið í tingið
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um at broyta tøkugjaldið í alivinnuni.
 
23.10.2018 - 09:07

Skotið verður upp at hækka gjaldið eitt hálvt prosent, upp í fimm prosent, tá marknaðarprísurin er 36 krónur kilo ella meiri.

Tá marknaðarprísurin er 32 krónur kilo ella meiri, men minni enn 36 krónur kilo, verður tøkugjaldið hálvt triðja prosent.

Fer marknaðarprísurin niður um 32 krónur, verður tøkugjaldið eitt hálvt prosent.

Uppskotið hevur ikki verið til almenna hoyring, men nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur kortini fingið uppskotið, og hevur havt møguleika at leggja síni sjónarmið fram.

Felagið vísir m.a. á, at seinastu seks árini er skipanin við loyvisgjaldi broytt fýra ferðir, og tað er ikki nóg støðugir karmar fyri vinnuna.

Havbúnaðarfelagið tekur eisini uppaftur síni prinsipiellu sjónarmið, um at alifyritøkarnar eiga ikki at gjalda loyvisgjald av umsetningi, men av staðfestur vinningi.

Vinnumálaráðið væntar, at lógarbroytingin fer at geva landskassanum 16,5 milliónir kr. í meirinntøku næsta ár.

Sostatt verður metta inntøkan frá tøkugjaldinum í alivinnuni í 2019 umleið 165 milliónir kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946