- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hungursneyð í Yemen
Hungursneyð í Yemen
ST rópar varskó og sigur, at 13 milliónir fólk í Yemen líða hungur.
Mynd: Al Jazeera
15.10.2018 - 09:34
BBC skrivar, at ST vil hava hernaðarligu samgonguna undir leiðslu av Saudiarabia at støðga við lofálopunum, sum drepa sivilfólk, og sum elva til tað, sum ST sigur kann gerast "ringasta hungursneyð í heiminum í hundrað ár".
Borgarakríggj brast á í Yemen fyri trimum árum síðani, tá Houthi-uppreistrardeildir við stuðli úr Iran hertóku meginpartin av landinum, íroknað høvuðsstaðin Sanaa.
Saudiarabia, sum fær stuðul úr USA, Bretlandi og Fraklandi roynir at stuðla stjórini, sum er viðurkend av altjóða samfelagnum.
Í minsta lagi 10.000 fólk eru dripin í borgarakrígnum og fleiri milliónir eru flýdd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV