- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oscar Romero gjørdur halgimenni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/oscar_romero.jpg?itok=7Ta6hzbQ)
Katólsk kirkjufólk í Miðamerika minnast myrda erkibiskupin í El Salvador, Oscar Romero, sum í dag verður gjørdur halgimenni.
Oscar Romero var friðartalsmaður undir borgarakrígnum í El Salvador. Hermenn skutu hann til deyðis undir eini guðstænastu í 1980.
Eingin er revsaður fyri morðið. Drápsmenninir fingu grið eftir krígslok í 1992.
Tað er Frans pávi, sum ger myrda erkibiskupin halgimenni í Róm í dag.
Oscar Romero fanst at báðum pørtum í borgarakrígnum í El Salvador. Millum annað bað hann hermenn hjá hernaðarjuntuni lurta eftir sínum egna hjarta og ikki akta stjórn og yvirmenn.
Tilsamans lógu 75.000 fólk eftirá, tá ið tólv ára drúgva borgarakríggið í El Salvador endaði í 1992.