- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birnu-málið í rættin aftur síðst í oktober
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thomas_moller_olsen.jpg?itok=L9iqS_Op)
Landsrætturin í Íslandi fer mánadagin 29.oktober at viðgera málið hjá Thomasi Møller Olsen, sum fyri einum stívum ári síðani fekk 19 ára fongsulsrevsing fyri at beina fyri 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir og fyri at smugla 23 kilo av hashi.
Hann hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt.
Bæði ákæruvaldið og verjin hava boðað frá nýggjum prógvum, og hava eisini nýggj vitni.
Thomas Møller Olsen fer harafturat at leggja aftur at frágreiðing sínari.
Landsrætturin hevur lagt neyva skrá fyri dagin, 29.oktober.
Byrjað verður klokkan níggju um morgunin.
Tríggir tímar eru settir av til frágreiðingar og at spæla upptøkur frá vakmyndatólum.
Eftir døgurða fær ákærin hálvan annan tíma til sína framløgu, og verjin fær tveir tímar.
Og advokaturin hjá teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur fær hálvan tíma.