- Tíðindi, mentan og ítróttur
Juncker: Semja um Brexit í novembur
Juncker: Semja um Brexit í novembur
ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, sigur, at seinni í heyst fara Bretland og ES at semjast um Brexit.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit_0.jpg?itok=TrM0sCvW)
Bretland og ES verða sundurlisin politiskt komandi vár.
Mynd: Savnsmynd
07.10.2018 - 09:50
Útlitini fyri eini brexit-avtalu millum Bretland og ES eru batnað seinastu dagarnar. Tað sigur ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker.
Við miðlar í Eysturríki sigur Juncker, at hann ikki er vísur í, at ein semja fæst í oktobur, men at tað kann henda í novembur mánað.
Leiðararnir í ES hittast um hálva aðru viku at finna semju um, hvussu Bretland skal fara úr ES.
Jean Claude Juncker sigur, at hvørki ES ella Bretland kunnu vera nøgd, um partarnir ikki verða samdir.
Bretland fer úr ES 29. mars næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV