- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haarde í Heimsbankan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/124ee050e555f9193f81b6c4e850c10c.png?itok=DKAlMc4l)
Geir Haarde, ið var stjórnarleiðari, tá ið íslendski búskapurin var fyri hóttafalli í 2008, er í løtuni sendiharri í USA.
Í summar fer Geir Haarde úr hesum starvi, tí hann skal sita í nevndini í Heimsbankanum.
Norðurlond og Baltalond skiftast um sessin í Heimsbankanum, sum hevur sæti í Washington. Nú stóð Ísland fyri tørni.
Geir Haarde verður búgvandi í Washington, har hann hevur virkað sum sendiharri síðan 2015.
Geir Harde varð í 2012 funnin sekur í at hava tagt á stjórnarfundum, hóast hann visti um trupulleikar hjá íslendsku bankunum og møguligar avleiðingar fyri búskap landsins.
Haarde fekk onga revsing vegna linkandi umstøður. Hann kærdi kortini skuldarspurningin til evropiska mannarættindadómstólin í Strassborg, og fekk ikki viðhald.