Forsetaval í Brasil

Forsetaval í Brasil
Veljarakanningar vísa, at hvørki av oddavalevnunum røkkur upp um tey kravdu 50 prosentini av atkvøðunum.
Síðan Dilma Rousseff sum fyrsta kvinnan nakrantíð noyddist frá sum forseti fyri embætisbrot í 2016 hevur stríð verið um ovasta politiska sessin í Brasil.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2018 - 12:37

Forsetaval er í Brasil í dag. Nærum 150 milliónir hava vælrætt.

Fær einki forsetavalevni meiri enn 50 prosent av atkvøðunum í dag, verður seinna valumfar um tríggjar vikur.

Valevnið á høgraveinginum, Jair Bolsonaro, var á odda undan valinum. Hann hevur lovað at berjast móti morði og øðrum brotsverkum í størsta landinum í Suðuramerika.

Sterkasta mótvalevnið hjá Bolsonaro eitur Fernando Haddad. Hann stillar upp fyri Arbeiðaraflokkin. Haddad fær stuðul frá áður so væl lídda forsetanum í Brasil, Luiz Inácio da Silva.

Brasilianarar velja eisini guvernørar og umboð í tveir triðingar av sessunum í senatinum eins og umboð í lóggevandi ting kring landið.

Høgravalevnið, Bolsonaro, hevur ikki luttikið í endaliga valstríðnum, tí hann varð stungin niður undir einum valfundi í septembur.

Eftir øllum at døma røkka hvørki Bolsonaro ella Haddad upp um 50 prosent. Sostatt bendir á, at teir báðir skulu kappast umaftur tann 28. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188