- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Kavanaugh skal kannast av FBI
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið samveldisløgregluna kanna ákærurnar móti dómarinum Brett Kavanaugh, eftir at fleiri kvinnur hava ákært dómaran fyri at hava framt kynslig misbrot móti sær. Tað skrivar BBC.
Eitt nú skal hann hava gjørt seg inn á fleiri kvinnur, tá hann fyri 36 árum síðani var næmingar á lærda háskúlanum, Yale.
Kavanaugh noktar seg sekan í øllum ákærunum.
Kavanaugh er skotin upp at taka sæti í amerikanska hægsta rættinum, ið telur níggju dómarar, sum allir kunnu sita restina av lívinum.
Tað er rættarnevndin í senatinum, sum skal taka støðu til, um Kavanaugh tekur sæti í hægsti rætti. Um so er, at Kavanaugh verður góðkendur, verður republikanskt fleirtal í hægsta rætti, sum leingi hevur havt eitt demokratiskt fleirtal.
Jeff Flake, sum er limur í rættarnevndini, hevur eftir ákærurnar tikið stuðulin til Kavanaugh aftur og kravt, at ein kanning skal verða framd, áðrenn nevndin góðkennir Kavanaugh.
Sambært BBC hevur Donald Trump givið samveldisløgregluni eina viku at kanna málið, og eftir hetta skal rættarnevndin avgera, um Kavanaugh tekur sæti í hægsta rætti.