- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaatkvøða um navnabroyting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/makedonar_atkvoda.png?itok=eEwmA94h)
NATO hevur bjóðað Makedónia at gerast limur í verjusamgonguni við teirri treyt, at fólkið í landinum góðtekur at kalla landið Lýðveldið Norðurmakedónia.
Grikkaland gongur ikki við til, at Makedónia annars fær limaskap við núverandi navninum. Grikkaland og Makedonia hava í fleiri ár verið ósamd um navnið Makedonia, ið Grikkaland sigur hoyrir til eitt øki í norður Grikkalandi.
Í juni skrivaðu makedonski og grikski uttanríkisráðharrarnir undir avtalu, sum ásetti, at Makedónia skuldi eita Lýðveldið Norðurmakedónia. Avtalan innibar eisini, at fólkaatkvøða skuldi vera um málið.
Men fólkaatkvøðan í dag er ikki einasti liður í navnabroytingini. Er meiriluti fyri broytingini, so skulu tveir triðingar av makedonska parlamentinum samtykkja broytingina í grundlógini - og tað krevur stuðul frá andstøðuni.
Eitt nú ætlar forsetin í Makedonia, Gjorge Ivanon, at berjast móti navnabroytingini. Harumframt hava fleiri mótmælistiltøk sett spurnartekin við, um valluttøkan verður yvir tey 50 prosentini, sum krevst, skal fólkaatkvøðan verða galdandi.
Eitt fleirital av parlamentslimunum siga seg taka undir við navnabroytingini, um úrslitið av valinum verður, at meira enn helmingurin av atkvøðunum eru fyri navnabroytingini, skrivar Reuters.
Skuldi Makedónia blivið limur í NATO, eru tað einans Serbia og serbiski parturin av Bosnia av londunum á Balkan, ið ikki eru limir í NATO.
ES og Nato eru tilreiðar at taka ímóti Lýðveldinum NorðurMakedonia, sum hevur tvær milliónir íbúgvar.