Hvalbiartunnilin boðin út

Hvalbiartunnilin boðin út
Politiska ætlanin um at bjóða Famjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum tykist vera slept.  
 
26.09.2018 - 18:43

Landsverk bjóðar nú áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð uppá nýggja Hvalbiartunnilin einans.

Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum hevur annars sagt, at hann ætlaði at Fámjinstunnlin skal bjóðast út saman við Hvalbiar tunnlinum.  

Eitt uppskot var til samtyktar frá bæði andstøðu og samgongutinglimum í 2017 at bjóða út Hvalbiar og Fámjinstunnilin saman.

Uppskotið elvdi til politiskt høvuðbrýggj í samgonguni, tí samgongutinglimirnir í Suðuroy valdu at standa saman við andstøðuni um uppskotið, sum tó datt burtur, tá tingárið endaði.

Tað er Landsverk, sum nú bjóðar áhugaðum arbeiðstakarum til undangóðkenning. 

Ein treyt fyri at bjóða er, at arbeiðið skal verða gjørt av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum.

Talan er um høvuðsarbeiðstøkuna av tunnlinum.

Í lýsingini av verkætlanini skrivar Landsverk, at fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág skal nýggjur tunnil gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. 

Talan er um ein umleið 2.540 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. 

Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. 

Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. 

Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar. 

Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið í 2019. Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2022, skrivar Landsverk í innbjóðingini til undangóðkennikng av hvalbiartunnlinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233