- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Hansson fekk av at vita
Hallur Hansson fekk av at vita
Hallur Hansson mátti leggja rygg til 0-4 tap í Superliguni
25.09.2018 - 11:00
Tað gekk ikki væl hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum, Halli Hansson, og hansara liðfeløgunum í gjárkvøldi.
Hallur og AC Horsens vóru á vitjan í Odense hjá OB, og har vóru teir fyri stórtapi.
OB legði seg á odda, tá 11 minuttir vóru farnir, og tann støðan helt sær líka til 83 minuttir vóru spældir.
Men í teimum síðstu minuttunum gjørdi OB bart og endaði við at vinna heili 4-0.
Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar fyri AC Horsens.
Nú tíggju umfør eru spæld í Superliguni, er AC Horsens á áttanda plássi við trettan stigum.
Støðan:
1. FC Keypmannahavn | 22 stig |
2. FC Midtjylland | 19 stig |
3. Aab | 18 stig |
4. AGF | 15 stig |
5. Brøndby IF | 14 stig |
6. Esbjerg FB | 14 stig |
7. Randers FC | 13 stig |
8. AC Horsens | 13 stig |
9. FC Nordsjælland | 12 stig |
10. Sønderjyske | 12 stig |
11. Vejle Boldklub | 11 stig |
12. OB | 9 stig |
13. Vendsyssel | 9 stig |
14. Hobro | 6 stig |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV