- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar í Grønlandi halda fram
Í Grønlandi halda samráðingarnar um nýggja samgongu fram í hesi komandi vikuni.
Stjórnarflokkurin, Siumut, við Kim Kielsen á odda, hevði tríggjar fundir fríggjadagin. Tveir við Inuit Atagatigiit og so ein fund við demokratarnar.
Kim Kielsen misti fyri tveimum vikum síðan meirilutan í Landstinginum, tá Partii Naleraq tók seg úr samgonguni.
Eftir landstingsvalið fyrr í ár samráddist Kim Kielsen eisini við IA og Demokratarnar, men einki spurdist burturúr.
Í staðin var samgonga skipað millum Siumut, Attasut, Parti Naleraq og nýggja flokkin, Nunatta Qitornai.
Freistin úti í hesi vikuni
Landsstýrisformaðurin hevur freist til 28. september at skipa nýggja samgongu, tí tá fer landstingið undir heystsetuna.
Floksskrivarin hjá Siumut, Mikael Petersen, sigur, at eydnast ikki Kim Kielsen at skipa samgongu nú, hevur landsstýrisformaðurin møguleika at skriva út val, ella at lata Saru Olsvig, forkvinnu í IA, upp í hendur at skipa samgongu.
Siumut gjørdist størsti flokkur á landstingsvalinum fyrr í ár og IA næststørstur.