- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagtøl: Púra javnt millum KÍ og HB í Klaksvík
Sunnudagin kann HB blíva føroyameistari, um teir vinna ella spæla javnleik ímóti KÍ í Klaksvík.
Men tað er ringt at meta um, hvør er søguligur favorittur, um ein hyggur í hagtølini.
Við góðari hjálp frá faroesoccer.com, hava vit hugt at úrslitunum í teimum síðstu tíggju uppgerðunum í Klaksvík.
Úrslitini vísa, at KÍ hevur vunnið fýra dystir, HB hevur vunnið fýra dystir og tveir eru endaðir við javnleiki.
Tó er KÍ eitt vet frammanfyri í innanhýsis uppgerðunum milum KÍ og HB í Klaksvík undir venjaranum, Mikkjal Thomassen, sum kom til felagið í 2015.
Í teimum seks uppgerðunum hevur KÍ vunnið tríggjar dystir, HB hevur vunnið tveir og ein dystur er endaður við javnleiki.
Tað er eisini vert at leggja tilmerkis, at í fýra teimum síðstu uppgerðunum er bara eitt ella einki mál skorað.
Síðstu tíggju dystirnir millum KÍ og HB í Klaksvík
10.08.2018 | KÍ-HB | 0-1 |
24.09.2017 | KÍ-HB | 0-0 |
21.05.2017 | KÍ-HB | 1-0 |
16.05.2016 | KÍ-HB | 1-0 |
07.08.2015 | KÍ-HB | 2-0 |
15.03.2015 | KÍ-HB | 0-2 |
14.09.2014 | KÍ-HB | 1-0 |
25.05.2014 | KÍ-HB | 1-2 |
18.08.2013 | KÍ-HB | 3-3 |
25.04.2013 | KÍ-HB | 3-4 |
Dysturin millum KÍ og HB verður spældur við Djúpumýru sunnudagin klokkan 15.00.
Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum.