- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alliansan biður um stuðul frá Sosialdemokratunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stefan_lofven.jpg?itok=8Ux9qPMz)
Floksleiðararnir í teimum fýra borgarligu flokkunum í Svøríki bjóða nú Stefan Løfven, sitandi forsætisráðharra til tingingar um politiskan stuðul at skipa nýggja borgarliga stjórn.
Í opnum brævi undir yvirskriftini, "Vit bjóða Stefan Løfven til samrøðu", skriva teir fýra floksleiðararnir, at hóast sitandi stjórn hevur fingið tveir tinglimir meira enn borgarligu flokkarnir, so hava tey borgarligu fingið fleiri atkvøður og eru tí besta boð uppá nýggja stórn í Svøríki.
Opna brævið til Stefan Løfven stendur í DN Debat.
Floksleiðararnir vilja tosa við Stefan Løfven um samstarv tvørtur um miðjuna, tá tað snýr seg um spurningar, sum eru "týdningarmiklir í longdini", so sum tilflyting, bústaðarpolitikk, pensjóns-, verju- og trygdarpolitikk.
Í sitandi stjórn eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin. Ytst vinstrumegin er Vinstriflokkurin, og tey borgarligu vilja ikki samstarva við hann, eins og borgarliga alliansan heldur ikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar.
SVT skrivar, at Stefan Løfven, forsætisráðharri seinni í dag fer at koma við viðmerkingum til innbjóðingina frá borgarligu flokkunum.